JN

Frá í dag verður bíligari at koyra í undirsjóvartunlunum

....

2014-01-01 18:27 Author image
placeholder

 Í dag 1. januar 2014 eru tær áður fráboðaðu prísbroytingarnar í undirsjóvartunlunum settar í verk.

 

Prísurin fyri stakar túrar við persónbilum, lækkar úr kr. 110,- pr/túr niður í kr. 100,- pr/túr. Hetta svarar til eina lækking á 9,1%. Kubbahaldini pr./túr lækka somuleiðia við 9,1%, úr kr. 55,- niður í kr. 50,-. Tað verður framvegis møguleiki at ogna sær kubbahald við ávikavist 20 túrum og 40 túrum. Prísurin er ávikavist kr. 1.000,- og kr. 2.000,-.

 

Akfør yvir 3.500 kg. og/ella longri enn 6 metur, hetta eru lastvognar, bussar, trailarar o.l. lækkað við 6,25%. Stakir túrar úr kr. 320,- niður í kr. 300,-. Kubbahaldini fyri hesi akfør lækkað úr kr. 160,- til kr. 150,- pr. túr.

 

Árshaldini lækka úr kr. 750,- um mánaðin til kr. 700,- um mánaðin ella kr. 8.400,- árliga. Hetta svarar til eina lækking á 6,7%.

 

Niðanfyri dagførd prístalva galdandi frá 1. januar  2014:

 

 

1 túr t/r

Kubbahald  t/r

Árshald

Akfør upp til 3500 kg

ella  =<6 m

100,-

50,-

kr. 1.000,- 20 túrar

kr. 2.000,- 40 túrar

 

700,-

8.400,- árliga

Akfør yvir 3500 kg  

og >  6 m

300,-

150,-

Kr. 3.000,- 20 túrar

Kr. 6.000,- 40 túrar

 

 

 

 

Fleiri upplýsingar ella viðmerkingar,  fáast við at venda sær til Una Danielsen,  á tel. 285700.

 

 

Vinaligar heilsanir og gott nýggjár

 

Uni Danielsen

 

Beskrivelse: Beskrivelse: tunnil_logo

Postsmoga 1010

Hoyvíksvegur 65

FO-110  Tórshavn

Dir.:    +298 350204

Tel.:   +298 350200

Mob.: +298 285700

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder