Um tær dámar fólkatónleik verður møguleiki at lurta eftir ágrýtna og nýskapandi bólkinum Rend Collective úr Írlandi, sum í løtuni eru á konsertferð í Evropa.
Rend Collective er ein norðurírskur bólkur, ið spælir nýskapandi fólkatónleik. Síðan 2010 hevur bólkurin verið sera virkin á altjóða pallinum og útgivið 7 útgávur umframt fleiri stakløg.Eisini hava tey verið í uppskoti til fleiri virðislønir, m.a. á kendu amerikansku útvarpsstøðini K-love.
Bólkurin hevur áður verið á konsertferð við eitt nú Chris Tomlin, Christy Nockels og Kari Jobe, ið eru kend nøvn innan kristna tónleikapallin.
Heili 12 fólk eru við í ferðaliðnum, ið verður í Føroyum longu 6. juni. Konsertin verður 8. juni í Kelduni í Skálafirði og vænta fyrireikarnir nógv fólk. Dyrnar lata upp kl.18 har møguleiki er at keypa atgongumerki, umframt at matstovan verður opin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald