Mentan

Forsølan til Dansibandsfestivalin er byrjað

...

2018-11-29 15:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Dansibandsfestivalurin bjóðar øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til dans fríggjakvøld og leygarkvøld, til brunsj og grillkvøld, dansibandsgudstænastu og ikki minst hugna og gestablídni.

Høvuðsnavnið er Gutta fra Scandinavia. Dansibandsfestivalur er í Vági 3. og 4. mai 2019.

Forsølan er byrjað og vikuskiftispassini kosta bert 720 kr. í forsølu.

Við í prísinum er dansur fríggjakvøld og leygarkvøld, brunsj leygardagin, gongutúrur við ferðaleiðara leygardagin og grillkvøld leygarkvøldið

Keyp atgongumerki her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder