Mentan

Føroyskur tónleikur í heimsflokki

...

2019-07-12 05:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

G! Festivalurin: Tað var eitt stúðstappað spælipláss, tá unga Jasmin spældi. Hon fylti økið við góðum hýri, meðan hon spældi síni bæði kendu og ókendu løg. Fólk, ung sum gomul, vóru at síggja, øll í góðum lag.

Jasmin osaði og útstrálaði sjálvsálit í neongrønu buksudrakt síni, og segði at byrja við ???Wow her eru nógv fólk! Fuck!??? í einum nervøsum og fittum tóna. Fólk vóru væl við, meðan Jasmin tók okkum áskoðarir við í sítt sokallaða ???tónleika-univers???, fylt við alternativum elektroniskum soul-pop.

Sjálv helt Jasmin at tað gekk stak væl, og segði at hetta nokk var tað svakasta hon hevði upplivað. Umframt kendu løgini, sum Remember, Baby Blue og Make Sense, so spældu tey ein nýggjan sang, við fyribilsheitinum Nýtt Vidundur.

Tamara Mneney fyrstu ferð á G!

Saman við Jasmin, var hennara kórsangari og vinka Tamara Mneney. Spurd um hvussu tað er, at spæla á G! fyri fyrstu ferð, segði hon:

"Tað er sjúkliga spennandi, also tað er enntá betri enn mann væntar! Brennir mann fyri tónleiki, sum eg geri, so er hetta eitt fantastiskt uppliving og ein fantastisk kensla. Tá Jasmin spurdi meg var mítt fyrsta svar ???fuck ja!??? Eg elskaði at standa har og framføra.???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder