2017-03-11 17:09
Myndlist er ein rammuverkstaður, sum hjúnini Astrid og Ragnar Mouritsen eiga og reka. Tey keyptu EAG innramming á Argjum í november í fjør, og hava síðani flutt virksemið til Hoyvíkar, á Móritsarveg 1, har tey búgva við trimum børnum, og nú eisini hava handilsvirki.
Herfyri gjørdu tey ein lýsingafilm fyri eina snilda rammu til barnatekningar. Hendan ramman eitur Lil'Davinci. Filmurin hevur verið at sæð á Facebook seinastu vikurnar.Dynamic Frames, ein amerikansk fyritøka, sum framleiðir hesar rammur, sum Myndlist umboðar í Føroyum, dámdi so væl lýsingafilmin, at tey hava spurt um loyvi at brúka filmin í teirra marknaðarføring í USA. Eisini bretska deild teirra, sum umboðar rammurnar í Europa, ynskir at brúkar filmin í Bretlandi. Loyvi er givið at brúka filmin við tí treyt, at #faroeislands stendur saman við filminum, tá lýst verður á Facebook.
So sigast má, at vælumtókti føroyski filmurin, sum Sveimandi hevur framleitt, kemur víða um í næstum.
Filmurin og fleri myndir síggjast á :https://www.facebook.com/myndlist.fo/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald