Mentan

Føroysku áskoðarnir vitjaðu føroyska barr

...

2017-03-25 11:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í gjár komu føroysku áskoðarnir til Andorra La Vella, eftir at hava tikið sær av løttum í Barcelona síðani týsdagin. 

Í Andorra hevur ein føroysk kona, saman við manni sínum eina barr, og nakrir av føroysku áskoðarnum vitjaðu hana í gjárskvøldið.

Føroyska konan eitur Lis Múller Poulsen, sum saman við Ignacio hava havt barrina í 30 ár. Lis er úr Porkeri, og flutti til Barcelona í 1977, og tvey ár seinni flutti hon til Andorra. 

Gentan næstuttast til høgru eitur Bianca Martinez Poulsen, hon hevur búð í nøkur ár í Føroyum, Lis og Ignacio hava eina aðra dóttur eisini, hon eitur Silvia.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder