Mentan

F??ROYSK-ÍSRAELSK FAGNAÐARL??TA Í NORÐURLANDAH??SINUM - Svenning av Lofti 40 ár í Ísrael

...

2017-07-27 12:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband við at 40 ár eru liðin síðani Svenning av Lofti byrjaði bólkaferðir til Ísraels, verður serstakt ísraelskvøld í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 31. juli kl. 19.00

Fyrstu ferð Svenning av Lofti var ferðaleiðari í Ísrael var í 1977, saman við Adrian Johansen, heimamissiónstrúboðara av Strondum. Hesi mongu ár hevur Svenning skipað fyri útvið hálvthundrað ferðum hagar.

Síðani 1977, hava einir 2500 føroyingar ferðast við Svenningi til Ísraels, seinnu mongu árini undir heitinum Lofti ferðir. Nakrir av ferðabólkunum hava verið rættiliga stórir.

Í 2010 varð skipað fyri ísraelsferð við Ebenezerkórinum. Tá taldi ferðalagið 89 fólk. Sonurin Marner, var tá við sum ferðaleiðari, umframt aðrar ferðir. Onnur hava eisini verið ferðaleiðarar. Í ferðabólkunum hava verið fólk úr øllum samkomum og kirkjum í føroyum, umframt føroyingar búsettir í Danmark og aðrastaðni.

Ferðirnar hava verið fjølbroyttar. Skipað hevur verið fyri páskaferðum, summarferðum, ferðum til Leyvsæluhátíðina - og ikki minst tær vælumtóktu jólaferðirnar.

Svenning fegnast um, at hann hesi árini hevur víst so mongum landsmonnum Ísrael og er takksamur fyri at hann er komin trygt heimaftur við øllum. Svenning hevur altíð lagt stóran dent á tryggleika, somuleiðis, at øll skulu kenna somu umsorgan á ferðunum, at sjóða øll saman í einleika og kærleika, at fólk skulu koma heimaftur við enn størri kærleika til Bíbliuna og Jesus.

Umframt at hetta er eitt fagnaðarár hjá Svenningi av Lofti sum ferðaleiðari í Ísrael, so hátíðarheldur Ísrael fimmti ára sameining Jerusalems.

Í samband við Føroysk-Ísraelska fagnaðarkvøldið í Norðurlandahúsinum fara vit at hoyra forkunnuga fólkatónleikarabólkin Gulaza úr Ísrael. Ebenezerkórið, Heini Lutzen, Marner av Lofti og onnur fara at syngja. Føroyingar og útlendingar fara at taka orðið.

Umboð fyri Ísrael verða við á fagnaðarløtuni í Norðurlandahúsinum.

Svenning sigur, at hann fegin vil hitta mong av teimum í norðurlandahúsinum 31. juli, sum hava verið í Ísrael við honum sum ferðaleiðara.

Atgongumerki kr. 160, verða seld á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. www.nlh.fo. Eisini er møguleiki at keypa atgongumerki í Norðurlandahúsinum hvønn dag hesa vikuna frá kl.09:00 - 17:00 og leygardagin frá kl.14.00 - 17.00

??seld atgongumerki verða seld við dyrnar mánakvøldið kl. 18.3

Møguligt yvirskot av atgongumerkjasøluni verður latið til sjálvboðið arbeiðið fyri Ísrael. (Tíðindaskriv frá Lofti-Ferðir juli 2017)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder