Vinna

Føroyska sílastamman verður varðveitt

...

2018-05-07 21:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í 2000 var avgerð tikin um at aling á vøtnum og byrgingum skuldi niðurleggjast. Grundarlagið fyri avgerðini var, at mett var ikki, at nóg góð verja var móti smittuspjaðing, tá aling var á vøtnum og byrgingum.

Síðani er mestsum øll aling á vøtnum og byrgingum niðurløgd. Í dag er tað einans Sp/f Røkt, sum elur síl á vatni ella í byrging, og gongur hetta virksemið fyri seg í niðaru byrgingini í Heygadali omanfyri Vestmanna.

Heygadalur.GIF


Aliloyvið hjá Røkt í niðaru byrgingini í Heygadali, Vestmanna, hevur verið longt í fleiri umførum. Loyvið gekk seinast út í mars 2017. Síðani tá, hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan arbeitt saman við Røkt og Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, fyri at finna eina loysn, soleiðis at føroyska sílastamman kann varðveitast, samstundis sum sílaalingin kemur undir skipaði viðurskifti, sum eru sambært galdandi lóggávu. 

Saman hava partarnir funnið eina loysn, sum fevnir um trý ymisk stig.

Fyrsta stigið er at geva Røkt eitt tíðaravmarkað aliloyvi til at varðveita 3.000 lívssíl í nótum í byrgingini í Heygadali.

Næsta stigið er at loyva Røkt at slakta 130.000 síl, sum ganga í nótunum í byrgingini í løtuni, og selja hesi til matna.

Triðja og seinasta stigið er, at Røkt byggir eina lívfiskastøð á landi í Heygadali, sum lýkur lógarásett krøv. Lívfiskastøðin skal verða klár til at taka í nýtslu í seinasta lagi 1. januar 2021.

Í dag hevur Røkt fingið tíðaravmarkaða aliloyvið til at varðveita 3.000 lívssílini. Loyvið er galdandi til seinasta lívssílið verður flutt á nýggju lívfiskastøðina á landi ella í allar seinasta lagi til 1. januar 2021, tá lívfiskastøðin í Heygadali skal standa klár.

Í løtuni verður arbeitt við at fáa síðstu viðurskiftini viðvíkjandi 130.000 sílunum uppá pláss samstundis sum arbeitt verður við at viðgera loyvisviðurskiftini viðvíkjandi lívfiskastøðini, tað skrivar Heilsufrøðisliga Starvstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder