Føroyska Bíbliufelagið hevur nú útgivið nýggja bíbliulesiætlan 2016/17. Lesiætlanin er at finna um alt landið í kirkjum, nógvum fríkirkjum og samkomum. Bíbliulesiætlanin byrjar í dag fyrsta sunnudag í advent og varðir eitt á fram.
Hví brúka lesiætlan?
Í einum skundmiklum gerandisdegi kann tað vera trupult at fáa lisið í Bíbliuni. Men við eini bíbliulesiætlan, kann tað falla lættari. So um tær tørvar eitt amboð til at skipa tín bíbliulestur, er Bíbliulesiætlanin nakað fyri teg.
Hvat er Bíbliulesiætlanin?
Bíbliulesiætlanin er ein kalendari við útvaldum skriftstøðum til hvønn dag í árinum. Endamálið við lesiætlanini er at geva fólki amboð til skipaðan lestnað av bíbliuni og hervið at læra hana betur at kenna.
Hvussu dámar tær best at lesa Bíbliuna?
Tað stendur øllum frítt at lesa sum teimum hóskar best og tað er rúm fyri øllum. Summi lesa einsamøll, onnur saman. Summi lesa frá byrjan til enda, onnur lesa i samband við kirkjugongd/møti. Og so eru tað tey, ið lesa meira um Bíbliuna enn í henni. Í øllum førum kann bíbliulestur seta tankar í gongd og upp á pláss og hon er ein kelda til íblástur bæði í tungum og góðum døgum.
Einstaklingar kunnu bíleggja eina ókeypis Bíbliulesiætlan frá Bíbliufelagnum á tlf. 787826 ella t-posti: [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald