Tíðindaskriv:
Sunnudagin, 1. mars, kl. 11.00 vitjar stýrið í Føroyska Bíbliufelagnum??lavskirkjuna í Kirkjubø. Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, sum eisini erforseti í Bíbliufelagnum, prædikar, og Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari, kunnarum virkið og ætlanir felagsins. Kirkjukaffi er í Roykstovuni aftaná gudstænastuna.
Føroyska Bíbliufelagið er felagskirkjuligt og er limur í Sameindu Bíbliufeløgunum(UBS), sum er virkið í fleiri enn 200 londum kring heimin.Bíbliufelagið vitjar javnan kirkjur og samkomur um alt landið, og hevur stýriðseinast vitja Kelduna, Katólsku kirkjuna, City Church, Frelsunnarherin ogfelagsgudstænastuna í Sandoy.
Endamálið hjá Føroyska Bíbliufelagnum er:
1. at geva út Bíbliuna og partar av henni á føroyskum máli og at fáa Bíbliuna út,
2. at skipa fyri týðing av Bíbliuni ella pørtum av henni, at endurskoða verandibíbliuútgávur og at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum,
3. at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika,
4. at hava innsavningar, forlagsvirksemi og bókasølu,
5. at umsita sambandið við útlendsk bíbliufeløg,
6. at stuðla altjóða bíbliuarbeiði.
Bíbliufelagið arbeiðir við fleiri stórum verkætlanum. Ein nýggj bíbliuumsetingeftir Hans Jacob Joensen fyrrverandi biskup er ávegis, gerandisútgávan av NýggjaTestamenti verður endurskoðan og ein barnabók kemur út seinni í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald