2016-12-11 14:07
Í dag eru liðin 10 ár síðani ABC barnahjálp í Føroyum, nú Føroyska barnahjálpin, varð stovnað. Hesi árini hevur Barnahjálpin sent góðar 4 milliónir krónur í beinleiðis stuðli til børn í fimm ymiskum londum
Tíðindaskriv, 11 desember 2016
Tá ið ABC barnahjálp varð stovnað í 2006, var felagskapurin ein partur av ABC barnahjálp í Íslandi, men í juni 2015 gjørdis Barnahjálpin føroyskur felagskapur burturav undir navninum Føroyska barnahjálpin.
Stuðulin vaksandi
Vit eru øllum stuðlum okkara sera takksom fyri stuðulin gjøgnum øll hesi árini. Vit hava altíð verið glað og errin av at kunna siga, at hvørt oyra, sum stuðulsforeldur lata, fór beinleiðis til børnini.
Men felagskapurin veksur og arbeiðsbyrðan eisini. Nevndin gjørdi tí í 2015 av at taka sjey prosent av innkomnum pengum, tvs. bússupengum, stuðulspengum til børn og frá tiltøkum at brúka til rakstur av arbeiðinum. Hilda Viderø er sett í parttíðarstarv hjá Føroysku barnahjálpini.
Roknskapirnir hjá Barnahjálpini fyri øll árini eru almennir og liggja á heimasíðuni. Høvuðsuppgávan hjá Hildu er at vitja londini, sum vit stuðla, umframt at ferðast runt í Føroyum og greiða frá arbeiðinum hjá Barnahjálpini.
Annað umsitingararbeiðið, bókhald, skráseting av børnum, samskifti við stuðlar, IT- og heimasíðuarbeiði, verður alt gjørt av sjálvbodnum uttan samsýning.
Stuðla í fimm ymiskum londum
Barnahjálpin byrjaði í 2008 at stuðla børnum í Liberia og Senegal. Í Liberia hava vit havt barnaheim og stuðlað børnum við skúlagongd. Fleiri av hesum børnum eru nú vaksin og standa á egnum beinum, onnur fáa enn stuðul til framhaldandi skúlagongd. Í fjør byrjaðu vit eisini at stuðla skúlagongdini hjá børnum, sum mistu foreldur og avvarðandi av ræðuligu ebolasóttini, sum herjaði í Liberia. Barnahjálpin veitir við stuðli frá føroyskum stuðulsforeldrum stuðul til umleið 120 børn í Liberia.
Undirtøkan at stuðla børnum persónliga er nógv økt seinasta árið og fáa nú umleið 300 børn, í fimm ymiskum londum, stuðul til skúlagongd gjøgnum Føroyksu barnahjálpina.
Í Senegal fáa eini 70 børn stuðul til skúlagongd úr Føroyum. Har er forskúli og barnaskúli upp til 5. flokk. Hetta eru børn úr fátækum familjum, sum ikki hava ráð at senda børnini í skúla. Í sama skúla ganga eisini børn, hvørs foreldur gjalda sjálvi fyri skúlagongd hjá barninum. Skúlin, sum er rikin av kristnum, hevur gott orð á sær í Dakar. Senegal er muslimskt land.
Í fjør byrjaði Barnahjálpin eisini at stuðla børnum í Pakistan og á Filipsoyggjunum.
Í Pakistan er talan um børn úr kristna minnilutanum, sum hevur trong kor í landinum. Skúlan, tey ganga í, hevur Rúmfatalagerinn í Íslandi, sum føroyingar eiga, latið byggja. Í løtuni senda vit stuðul til umleið 40 børn har.
Á Filippsoyggjunum stuðlar Barnahjálpin umleið 50 børnum. Hetta eru eisini børn, sum annars ongan møguleika høvdu havt til skúlagongd, og tí eru vit sera takksom fyri, at vit kunnu vera við til at geva teimum vón um eina betri framtíð.
Í fjør byrjaði Barnahjálpin at stuðla einum skúlaflokki í India, sum telur 30 børn.
???Nevndin
???Í nevndini hjá Føroyskum barnahjálpini eru, Rúna Sivertsen, stovnari og forkvinna, Hilda Viderø stovnari og starvsfólk, Randi Jacobsen, bókhaldari, Charlotta á Váli Olsen, skrivari, og ??lavur Asafsson Olsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald