
Familjutiltak og móttøka hjá HDYGD, fríggjadagin 15. juni kl. 13???17
Í sambandi við at HDYGD í Vágum fyllir 50 ár í ár, verður skipað fyri familjudegi og móttøku í hølunum hjá HDYGD í Miðvági.
???Vit spíla okkum út og skapa ein hugnaligan dag fyri alla familjuna???, sigur Jóhan á Myrini, stjóri í HDYGD.
Tað var í 1968, at Hans Elmar Poulsen lat upp snikkaravirki á Vatnsoyrum, og longu í 1971 varð fyrsta føroyska vindeygað framleitt. Hetta var tað sonevnda ???husmorvindeygað??? ??? ella H-vindeygað, sum tað eisini hevur verið kallað. Í 1990 bleiv Føroya Gluggi í Miðvági, sum eisini framleiddi vindeygu, partur av fyritøkuni.
Ein 50 ára gamal unglingi
Vatnsoyrar Snikkaravirki og Føroya Gluggi hildu fram við hvør sínum navni fram til 2005, tá navnið HDYGD, sum vit kenna í dag, bleiv tikið í nýtslu.
Í 2007 keyptu feðgarnir Jónberg og Jóhan á Mýrini saman við Poul Poulsen fyritøkuna, og reka teir hana enn. Eitt stórt frambrot var í 2017, tá ein av mest framkomnu vindeygaframleiðslunum í Norðurlondum varð sett upp og tikin í nýtslu í Miðvági.
???Hetta verður fyrstu ferð, at almenningurin sleppurat síggja okkara spildurnýggju útgerð???, sigur Jóhan á Mýrini, stjóri í HDYGD. ???Saman við okkara dugnaligu starvsfólkum tryggja nýggju maskinurnar okkara góðskustýring og munagóðu framleiðslu??? leggur hann afturat.
Nógv á skránni fríggjadagin
Umframt at framleiðsluhølini eru opin, verður alt møguligt undirhald á skránni ??? bæði til børn og vaksin. ???Eg vóni at síggja nógv fólk hjá okkum í Miðvági, bæði kundar, starvsfólk og fólk annars. Sum eitt av stóru arbeiðsplássunum her vesturi hava nógv fólk verið knýtt at okkum hesi seinastu mongu árini???.
Á skránni verður eisini ein søgulig framsýning, kaffi, kaka og pylsur ??? og hoppiborg til børnini. Okkurt gott tilboð verður eisini úr goymsluni, og sálvandi verður vágasoundið umboðað við Sámali Ravnsfjall.
??ll eru vælkomin til familjuhugna í Vágum hjá HDYGD, fríggjadagin 15. juni kl. 13???17. Eitt upplagt høvi at støkka inn á gólv á veg til Country Festival. ???Vit burturluta atgongumerki, so kanska vinnur tú???, leggur Jóhan smílandi afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald