JN

Føroysk ross: 6 av 7 ryssum vóru kvidnar - myndir

...

2014-09-27 02:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Felagið Føroysk Ross ger eitt stórt arbeiði fyri at nøra um føroyska rossastovnin, sum í løtuni telur 76 ross, harav eru 33 ryssur og 28 greðingar, ímeðan restin er geldir hestar.

Í dag vórðu 7 ryssur skannaðar á Búnaðarstovuni í Kollafirði, 6 av teimum 7 vóru kvidnar. Í morgin skulu 5 skannast afturat - so rossaeigarar ganga spentir í hesum døgum.

Hans Petersen formaður í felagnum Føroysk ross er sera glaður fyri úrslitið, eisini er hann sera takksamur fyri arbeiðið, sum gjørt verður fyri at nøra um tey føroysku rossini.

Niðanfyri síggjast myndir av skanningini, sum var í Kollafirði í morgun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder