2017-12-15 13:34
Á jólum er familjan savnað. Og í ár fer eisini at bera til hjá familjum at savna føroysk putlispøl. Týsdagin 19. desembur verða putlispøl við føroyskum myndum at fáa kring landið.
Talan er um seks ymisk putlispøl. Og Vágar eru væl umboðaðar. Á einari mynd sæst Trælanípan og á aðrari mynd Bøur við útsýni vestureftir móti Tindhólmi. Harumframt er ein mynd tikin í Mykinesi.
Aftrat hesum myndunum eru eisini myndir av Tórshavn, Klaksvík og Suðuroy. Tvey putlispøl eru við 1000 brikkum, og hini fýra eru 500 brikkar.
Um jólini savna vit okkum um høgtíðina og familjuna. Føroysku putlispølini bjóða øllum føroyingum at njóta jólafriðin og samveruna við familju og vinum.
Prísurin fyri eitt putlispæl í handlunum kring landið er 198 krónur. Í Vágum eru putlispølini at fáa í PE í Sørvági, í Duty Free FAE á Flogvøllinum og Hammershaimbsvegi 19 í Sandavági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald