2016-09-10 07:28
Í morgin sunnudagin 11. september kl. 12.30, verður føroysk guðstænasta og altargongd í Hirtshals kirkju fyri føroyingum í Danmark.
Tað er Marjun í Kálvalíð, sum prædikar. Í Hirtshals og í Norðurjyllandi, eru nógvir føroyingar, og gott er at koma til guðstænastu við sálmum og prædiku á føroyskum. Presturin í Hirtshals, Bjarne Hougaard, er fegin um møguleikan, tí hann metir at tørvur er á at hava guðstænastur á egnum máli, og vil fegin at slíkar guðstænastur verða hildnar við jøvnum millumbilum.
Tað er langt síðan, at slík guðstænasta varð hildin seinast, men nú verður hon so aftur sunnudagin 11. september kl. 12.30.
??ll eru hjartaliga vælkomin.
Prestur og Hirtshals kirkja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald