Fremsta svenska síðan fyri listaummæli Kritiklabbet hevur í dag, 25. november givið trý føroysk bókaummæli út. Høvundarnir eru Marna Jacobsen, Lív Mikkelsen og Tóra við Keldu.
Undir bókadøgum herfyri luttóku tær tríggjar á skeiði í at skriva bókmentaummæli við navnframa svenska ummælaranum Magnus William-Olsson, sum m.a. ummælir fyri Aftonbladet.
Á skeiðnum varð arbeitt við ummælarahandverkinum ??? bæði yvirskipað og ítøkiliga. M.a. legði Magnus dent á, at ummæli skulu skrivast til lesaran av ummælinum og ikki upphavsfólkið á bókini. Luttakaranir høvdu áðrenn skeiðið lisið tvær bøkur, Eg skrivi á vátt pappír eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger og Hvør drap Bambi eftir Moniku Fagerholm, og fingu til uppgávu at hvør skriva eitt ummæli av aðrari bókini. Síðan redigeraðu tær ummælini hvør hjá øðrum við vegleiðing frá Magnusi, og fóru so heim at skriva ummælini liðug.
Og nú liggja tey á heimasíðuni hjá Kritiklabbet, umframt at tey verða send út til eitt umfatandi Norðurlendskt netverk av ummælarum.
Ummælini kunnu lesast her:http://kritiklabbet.se/2021/11/25/faroisk-litteraturkritik/
Við at skipa fyri hesum skeiðnum, vónar Norðurlandahúsið, at vera við til at menna ummælaravirksemið í Føroyum.
Afturat skeiðnum var á bókadøgum eisini eitt alment tiltak um bókmentaummæli, har Magnus William-Olsson og føroyski serfrøðingurin í bókmentaummælum Paula Gaard hildu hvør sín fyrilestur og høvdu eina samrøðu um evnið. Her varð m.a. borið fram, at ummæli eru ein listagrein í sær sjálvum, og at eitt bókmentaummæli kann sigast at vera ein eins týdningarmikil tekstur og teksturin, tað viðger.
Tiltakið varð stroymt og upptikið og kann síggjast her:https://www.nlh.fo/fo/tiltok/farin-tiltok/?event=7428/bokmentaummaeli-fyrilestur
Mynd: Magnus William-Olsson, sum m.a. ummælir fyri Aftonbladet
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald