Mentan

F??ROYINGAR Á TEEN-STREET - jubileumsár

...

2017-07-15 08:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Aftur í ár fara tvey flogfør úr Føroyum beinleiðis til Týsklands við ungdómi, sum skal luttaka á stóru altjóða ungdómsleguni hjá Teen-Street.

Teen-Street hevur jubileumsár í ár við tað, at legan í ár ertann 25 í røðini, sum á ein ella annan hátt verður feirað m.a. við ballónum ogkøkum sunnudagin 30. juli.

 

Í fjør var legan í Oldenburg í Norður-Týsklandi, men í árverður hon í Suður-Týska býnum Offenburg í døgunum 27. juli til 02 august. Taðverður skift á hvørjum ári millum hesar býir.

 

Samlaða luttakaratalið á Teen-Street liggur umleið 4000, sumbæði umfatar tannáringar millum 13 og 17 ár, foreldur, leiðarar og eina breiðaviftu av øðrum hjálparfólkum.

 

F??ROYINGAR

Tað eru í alt 395 fólk, sum fara úr Føroyum í ár. Av hesumeru 249 tannáringar og 130 hjálparfólk, sum telja bæði foreldur, ommur, abbarog onnur vaksin fólk, sum hvør í sínum lagi skal vera um hesi 249 ungu fólkini. 16 børn undir legualdur eru viðí ferðalagnum.

 

Farið verður úr Føroyum við Atlants flogi hósdagin 27. juli,og tað verður flogið heimaftur mikudagin 02. august. Tað verður flogiðbeinleiðis millum Týskland og flogvøllin í Vágum. Flogtíðirnar kunnu síggjastinni á OM.fo

 

Umhvørvi er totalt alkholfrítt. Bíblian oglovsangstilbiðjanin er í miðdeplinum, og dentur verður lagdur á, at ungdómuriner undir eini jaligari ávirkan, har dygdir sum vinarlag og persónlig andaligstyrki skal mennast.

 

Hjúnini Debs og Josh Walker, sum hava havt ábyrgd avbíbliuundirvísingini á Teen-Street í mong ár, vera eisini við í ár. Tey koma atundirvísa út frá Rómbrævinum kapitul 8, og evni verður: Unshakeble, sum áføroyskum merkir ???rimmarfastur.???

 

Debs og Josh Walker vitjaðu í Føroyum í februar mánaða í ár,har tey talaðu fyri fullsettari ítróttarhøll í Runavík. 

 

F??ROYINGURLOVSANGSLEIÐARI

Sum nakað forvitnisligt og áhugavert at nevna er tað, atføroyska Toftagentan, Dania Tausen, sum er 18 ára gomul, er boðin at vera við ílovsangsbólkinum, sum skal leiða sangin undir allari leguni, m.a. í tí populeraTrónurúminum. Í mai mánaða var Dania í Belgien har hon vandi við bólkinum, sumskal standa fyri lovsanginum á Teen-Street í ár.  Hetta er fyrstu ferð í søguni hjáTeen-Street, at ein føroyingur er við í lovsangsbólkinum.

 

Dania sigur í einum skrivi á heimasíðuni hjá OM-Føroyar: ???.....men so fekk eg eisinimøguleikan at vera við í altjóða lovsangstoyminum á TeenStreet í ár og tað erieg ekstremt spent uppá. Tey eru øll nøkur fantastisk menniskju og tónleikarar.???     

 

Um ein ynskir at koma í samband við Teen-Street er einvælkomin at ringja til Elisabeth Christiansen, tlf: 224010 - MargarethDjurhuus, tlf: 548104 - Randi Hansen, tlf: 581224 ella Símun JóanesarsonHansen, tlf: 734040 Eisini ber til at fara inn á heimasíðuna: teenstreet.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder