Ítróttur

Føroya vakrasta hálv marathon 5. september 2015

...

2015-09-04 19:29 Author image
placeholder

Nú styttist til árliga hálv marathon eftir Føroya vakrastu rutu verðu runnin. Freistin at tekna seg er í kvøld, hóskvøldið á heimasíðuni hjá FíF og higartil hava 77 rennarir boða frá luttøku, enntá onkur, sum er komin alla leið úr Honolulu á Hawaii til Føroya at renna. Runnið verður frá skúlanum í Gásadali til kirkjuna í Sandavági. Møtt verður á Giljanesi kl. 9.30 har startnummur vera útflýggjaði. Bussur koyrir rennararnar til Gásadals kl. 10.30.

Runnið verður á vinstra bredda á vegnum. Undantikið er tó úr Vatnsoyrum til Miðvágs, har runnið verður á høgra bredda uttan fyri koyribreytina. Tað er tunnilsdagur leygardagin, so eisini í hesum sambandi verður heitt á koyrandi um at ansa eftir rennarunum á vegunum.

Í Bø verður runnið á vegnum oman fyri bygdina. Vatnpostur er oman fyri bygdina á vinstra bredda.

Í Sørvági verður runnið til vinstru niðan við kirkjugarðinum og oman fyri skúlan. Eftir missiónshúsið verður farið yvirum landsvegin (tvey fólk í gulum vestum vísa veg og stýra ferðsluni) og yvir á gamla vegin niðan á flogvøllin og framvið terminalinum. Undir hálvtakinum á Vága Floghavn verður vatn og søtur drykkur at fáa. Síðani eftir grúsvegi yvirum landsvegin (tvey fólk í gulum vestum vísa veg og stýra ferðsluni) og eftir gamla vegnum til Vatnsoyrar. Í Vatnsoyrum verður farið yvirum landsvegin aftur (tvey fólk í gulum vestum vísa veg og stýra ferðsluni) og runnið verður í høgra bredda uttan fyri koyribreytina allan vegin til Miðvágs. Við Leitisrætt (á Vatnavegnum) er vatnpostur í høgra bredda.

Í Miðvági verður runni í høgru síðu fram til rundkoyringina við FK. Eftir rundkoyringina verður farið yvirum vegin eftir gonguteiginum (tvey fólk í gulum vestum vísa veg og stýra ferðsluni) og runnið verður í vinstra bredda allan vegin til málið sum er við kirkjuna í Sandavági.

Í Sandavági verður runnið fram móti kommunuskrivstovuni hjá Vága kommunu. Har verður snara til høgru inn í bygdina (tvey fólk í gulum vestum vísa veg og stýra ferðsluni). Eftir brúnna verður aftur snara til høgru eftir Gamla Vegi og framvið kirkjuni. Málið er við endan av kirkjugarðinum á Loftagrund. Á loftagrund er frugt og drekka.

Brúsur eru á Giljanesi. Møguleiki er at verða koyrdur inn á Giljanes við persónbili.

Allir luttakarir fáa heiðursmerki sum tekn uppá luttøku, eins og 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólki somuleiðis fáa heiðursmerki. Handanin av heiðursmerkjum verður kl. 14 á Giljanesi.

Møguleiki verður at skifta og fara undir brúsu á Giljanesi.

Allir luttakarir fáa heiðursmerki sum tekn uppá luttøku, eins og 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólki somuleiðis fáa heiðursmerki. Handanin av heiðursmerkjum verður kl. 14 á Giljanesi.

Áður hevur verið lýst við motiónsrenning úr Vatnsoyrum. Men avgjørt er at flyta ta renningina og leggja hana saman við Bót og Bata renning sum verður sunnudagin 27. september úr Vatnsoyrum og eftir Vørðunum til Miðvágs. Nærri kunning um hesa renning verður lýst seinni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder