Mentan

Føroya Størsta Ruddingartiltak verður leygardag 27. mai

...

2017-05-23 08:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ringrás skipar saman við øðrum sjálvboðnum í Suðri fyri Føroya Størsta Ruddingartiltaki - nevniliga uppruddingini av rekastaðnum Trongisvágsbotni í Suðri.


Tiltakið skuldi vera 22. apríl, men mátti síðan útsetast inntil nú tað er á skránni aftur.


Fyri at megna hesa stóru uppgávu er neyðugt, at vit - einstaklingar, kommuna, felagsskapir, stovnar og virkir - draga somu línu og lyfta uppgávuna í felag.

Samstarvsandin er tí í hásæti, nú Ringrás, áhugabólkurin Rudda Trongisvágsbotn, Ítróttaháskúlin í Suðuroy, Tvøroyrar kommuna, IRF, MRCC, Vónin og onnur saman gera ruddingina møguliga.

Men týdningarmiklast av øllum er, at luttøkan í ruddingini verður stór. Tí vilja vit hervið heita á og bjóða øllum áhugaðum vælkomnum at luttaka í ruddingini av Trongisvágsbotni!

Afturfyri bjóða vit eina serstaka uppliving, bæði í mun til náttúruna og dálkingina á staðnum, sum verður merkt av samanhaldi, áræði og bragdarhugi.

Tvøroyrar kommuna veitir luttakarunum matpakkar.

Meldið til og fái nærri kunning um tiltakið her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder