Mentan

F??ROYA S??GA TALGGILD

...

2016-05-26 12:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í komandi viku fara Søvn Landsins, SavnsGull og Fróðskaparsetur Føroya út um landið. Vit fara at siga frá, hvussu okkara mentanararvur verður talgildaður, og hvussu vit føroyingar fáa ágóðan av hesum. Tiltakið er øðrvísi, tí søvnini koma út til fólkið.

Henrik Old, landsstýrismaður í Innlendismálum, setur tiltakið sunnudagin 29. mai á Seglhúsloftinum á Tvøroyri, har áhoyrararnir verða kunnaðir um stóra arbeiðið, ið fer fram. Tiltakið heldur fram umborð á Smyrli, har framløgur verða at hoyra og síggja, og tosað verður við tey ferðandi.

Mikudagin 1. juni verður farið til Klaksvíkar, har prátað verður við tey, ið koma á gólv í bakarínum hjá Jórun.

Tiltakið endar fríggjadagin 3. juni, tá vit fyrrapartin fara í Vágar, at tosa við ferðafólk á flogvøllinum. Seinnapartin vera vit í SMS, við ymiskum framløgum og tosa við tey, ið eru til handils.

Fólk frá Skjalasavninum fara at greiða frá gomlum skjølum, ið síggjast á internetinum. Umboð fyri Fornminnissavnið fer at siga frá hvussu útgrevstrar kunna endurskapast í 3D og hvussu arbeitt verður við dronum í útgrevstri. SavnsGull greiður frá hvussu tað gongur við bjargingini av Kringvarpssavninum. Fólk frá Landsbókasavninum fara m.a. at greiða frá talgildanini av føroysku bløðunum. At enda fer Fróðskaparsetrið at greiða um talgildingina av ordraseðlunum og grundarlagnum undir orðabókaarbeiðinum. Fólk fáa høvi at seta spurningar.

Okkara mentanararvur verður talgildaður, og tað skula vit øll hava ágóðan av. Tí gleða vit okkum at síggja tykkum.

--Skrá:------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Sunnudagin 29. mai. Tvøroyri, Seglhúsloftið kl. 14:30-16:30
Umborð á Smyril kl. 17:30-19:20
Mikudagin 1. juni Klaksvík, Bakaríið hjá Jórun kl. 10:00-13:00
Fríggjadagin 3. juni Vágar, Flogvøllurin kl. 07:30-10:30
Tórshavn, SMS kl. 15:00-17:15

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder