2017-08-14 09:23
Aftur í ár bjóðar Føroya Sjómannadagur til ein heilt serligan sjómannadag, leygardagin 19. August, við ríkum upplivingum fyri øll. Í ár er tann stóra ókeypis fiskabuffé-in uppaftur størri við JFK, Christian í Grótinum og Bakkafrost borðreiða við fyrstafloks mati úr havinum. Fokus verður sett á framtíðina hjá vinnuni við politiskum orðaskiftum og Hans Hjalti og Pipar & Salt undirhalda. ??ll tiltøk og allur matur er ókeypis og harafturat eru hópin av kappingum við stórum vinningum.
Høvuðsstuðlarnir hjá Føroya Sjómannadegi, Klaksvíkar Kommuna og Norðoya Sparikassi, kunnu aftur í ár, saman við Føroya Sjómannadegi, bjóða fram eina sera fjølbroytta skrá.
Skráin fyri Føroya Sjómannadag 2017 kann síggjast HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald