2018-07-05 13:22
Aftur í ár verður skipað fyri Føroya Regatta. Frá 6. til 8. juli vera gomlu træseglskipini at síggja millum oyggjarmar.
Í ár gongur leiðin frá Klaksvík, Tórshavn, Tvøroyri og Vági til Vestmanna, 6. juli. 7. juli verður siglt frá Vestmanna Vestmanna til Havnar. Skipini sigla heimaftur sunnudagin 8. juli.
Í Vestmanna verður Regatta-vitjanin samantvinnað við Fjarðastevnutiltøkini fríggjakvøldið.
Skráin fyri kvøldið er hendan:
Kl. 17:30 | Regattaflotin kemur á Fútaklett, siglir móti Vestmanna og legst við bryggju kl. 19. |
Kl. 18.30 | Skrúðgonga við ítróttarfólki hjá VÍF frá ítróttarhøllini og oman til Undirhúsið. |
Kl. 19.00 | Føroya Regatta kemur á Vestmanna og skipini leggja at á Heyganesi. Pauli T. Petersen, borgarstjóri, flytur fram røðu. Hans Eli Hansen, formaðurin í Felagnum Føroysk Træseglskip, ber fram heilsan. Fjarðastevnan verður sett. |
Kl. 19.00 | Opið hús í Undirhúsinum og á Bryggjuni, har HM-fjórðingsfinala verður víst. |
Kl. 19:00 | Regattaflotin er opin fyri almenninginum at vitja umborð í áleið 2 tímar at síggja, hvussu lívið var umborð í gomlum døgum. Manningar vísa runt og greiða frá. |
Kl. 19:00 | Spennandi skattajakt fyri børn í á leið 1 tíma. Vinningar verða latnir. |
Kl. 19.30 ??? | VÍF selur grillaðar pylsur og okkurt gott til góman ??? við Undirhúsið |
Kl. 21:00 ??? | Summarbál við felqagssangi og lutaseðlasølu á kaiøkinum ??? Hilmar Jan Hansen flytur fram røðu. |
Kl. 22.00 ??? | Konsert fyri ung á Staðnum. Rock við SPEROL og Rapp við Marius DC. |
Bátafelagið tekur ímóti
Vestmanna Bátafelag frøist um, at Føroya Regatta 2018 kemur til Vestmanna. Felagið ætlar at møta Regattaflotanum við Fútaklett, og vónar, at nógvir bátaeigarar taka undir við hesum.
Verið vælkomin til Vestmanna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald