2019-04-17 09:02
Tíðindaskriv.
Tað er í kvøld kl 18, at Føroya ??ðalsfelag heldur eykaaðalfund á Búnaðarstovuni í Kollafirði, til at viðgera lóg felagsins, soleiðis at felagið fær lógarheimild, at stovna smápartafelagið "Jarðir", saman við Bóndafelag Føroya.
Endamál felagsins er at eiga og reka fast ogn, ferðavinnu, handil o.a. virksemi í hesum sambandi.
Føroya ??ðalsfelag og Bóndafelag Føroya samstarva frameftir um, at fáa betri og meiri skipaði viðurskiftir í samband við tí alsamt vaksandi ferðavinnuni, sum eisini sóknast eftir betri fyriskipan við eitt nú gongd í haga vm.
Hetta nýggja felagið hevur eina nevnd, ið umboðar bæði feløgini og áhugamál tess, og skal hetta felagið frameftir arbeiða miðvíst við at menna og samskipa ferðavinnutilboð, bæði til føroyingar og útlendingar.
Blíðar heilsanir
Føroya ??ðalsfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald