2017-03-25 16:27
Føroya Lærarafelag hevur í dag havt aðalfund í Skúlanum við Løgmannabreyt.
Nógv fólk vóru møtt til aðalfundin, sum annars var sera tamur - umleið 240 fólk vóru á fundi.
Formaðurin - Herálvur Jacobsen - hevði ársfráðgreiðing, rokniskapur felagsins varð framlagdur, uppskot vóru til viðtøkubroytingar og so var nevndarval.
4 fólk stillaðu upp til nevndarvalið:
Jákup av Skarði fyrsti lærari í Nólsoyar Skúla, stóð fyri vali.
Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð í Klaksvík
Rani Skaalum, lærari í Skúlanum á Løgmannabreyt í Hoyvík
Carl Eli Nolsøe Samuelsen, lærari í Eysturskúlanum í Havn.
Jona Højsted og Carl Eli N. Samuelsen vórðu vald, og Jákup av Skarði og Rani Skaalum gjørdust varalimir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald