Mentan

Føroya elstu skip fáa Føroya mest framkomnu 4G sjónet tøkni

...

2017-05-10 16:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv:

Vodafone hevur gjørt stuðulsavtalu við Felagið Føroysk Træseglskip um at veita ókeypis internet í tvey ár til tey størstu træseglskipini í Føroyum. Hetta ger tað lættari fyri ferðafólk at deila sínar upplivingar av føroysku náttúruni á sosialum miðlum, meðan tey eru umborð.

- Tað hevur stóran týdning, at skipini hava góðar fjarskiftismøguleikar og sostatt kunnu bjóða ferðafólki og næmingum umborð gott netsamband, sigur Hans Eli Hansen, formaður í Felagnum Føroysk Træseglskip. Tí fegnast vit um at fáa hesa tænastu sum stuðul frá Vodafone.

Talan er um træseglskipini Jóhanna, Norðlýsið, Dragin, Thorshavn og Westward Ho. Hetta merkir, at hesi nú kunnu bjóða ferðandi gott og ókeypis internet umborð umvegis 4G sjónetið hjá Vodafone, ið røkkur heilt út á 60 - 70 fjórðingar kring allar Føroyar.

- Gomlu træseglskipini hava sama tørv á góðari fjarskiftistøkni sum onnur skip í dag, og hesum føroyska mentanararvi vildu vit fegin stuðla, sigur Suni Justinussen, sølustjóri á Vodafone. Hetta er ein samanrenning av gamlari og nýggjari tøkni, har tey ferðandi kunnu deila sína uppliving umborð á gomlu føroysku skipunum við restini av heiminum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder