2016-09-26 08:23
Komandi vikuna fer Vísindavøka á ferð at seta sín dám á gerandisdagin á Miðnámi á Kambsdali. Týs-, miku- og hósmorgunin klokkan 10 verða almennir fyrilestrar á skúlanum.
Týsmorgunin 27. september fer Helgi D. Michelsen fornfrøðingur á Søvnum landsins at halda fyrilesturin Talgild fornfrøði.
Mikumorgunin 28. september fer Noomi O. Gregersen, ph.d. og granskingarleiðari á FarGen verkætlanini at halda fyrilesturin Eru føroysk gen áhugaverd í heilsuhøpi.
Hósmorgunin 29. september fer Ari Johannesen frá Umhvørvisstovuni at halda fyrilesturin Elprísur og elektrifisering.
Tiltøkini eru ókeypis og eru fyriskipaði í samstarvi við Granskingarráðið í samband við Vísindavøkuna, sum verður 30. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald