2017-11-27 09:00
Týskvøldið 28. november kl. 18.30 verður eitt s.k. pop-up event í Pakkhúsinum úti á Gjógv í Sandavági. Formur, Smakkur, Orð og Ljóð er eitt tiltak til allar sansir. Tað er avmarkað pláss.
Bjóða verður á eina ferð í formi, smakki, orðum og ljóði. Framsýning og framløgur. Brellbitar og Tónleikur. Farið verður afturum kenslur og hugtøk. Greta Svabo Bech syngur. Angelika Nielsen á violin og Anna Hüdepohl á accordeon framføra tónleik, og Joel Cole, trælist og Guðrið Poulsen, leirlist hava framsýning og greiða frá sínum arbeiði. Kári Kristiansen, høvðuskokkur á Ræst bjóðar forkunnugar bitar og Birita Durhuus hevur gjørt spildur nýggjar stakar.
Norski, sangarin og aktivisturin, Moddi hevur nýliga útgivið eina bók um 12 forbodnar sangir úr 12 ymiskum londum. Knút Háberg Eysturstein fer at hava viðtalu við Moddi um bókina. Hetta er ein brellbiti til konsertina sum Moddi hevur í Listastovuni í Miðvági seinni um kvøldið kl. 20.30.
Tað er Joel Cole saman við Visit Vágar sum skipa fyri tiltakinum. Atgongumerki til Formur, Smakkur, Orð og Ljóð og konsertina við Moddi fáast á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald