Týsmorgunin 15.08.2017 sigldi garnabáturin Gudrun - KG 243 - inn á Klaksvíkina at landa havtasku, sum teir høvdu veitt norðanfyri. Við sær høvdu teir eisini tikið krabbar, skeljadýr, igulker o.a., sum skuldi latast í kør at vísa fram á Sjómannadegnum.
Fýra ymisk sløg av krabbum vórðu latnir tiltakinum: trøllakrabbi (Lithodes maja), heksakrabbi (Paromola cuvieri), taskukrabbi (Cancer pagurus) og so ein heldur sjáldsamur krabbi, sum ikki hevur føroyskt navn. Á latínskum verður hann kallaður Cancer bellianus og á enskum ???toothed rock crab???.
Hesin krabbin líkist nógv taskukrabbanum, og tí er ikki altíð lætt at skilja millum hesi bæði sløgini. Høvuðsmunurin er rondin rundanum skelina; C. bellianus hevur sagtenta rond, meðan rondin á taskukrabbanum er rundtent. Eisini er munur á litinum: skelin á taskukrabbanum er nakað einslitt brún, meðan hon er ljósari og reyðligari á C. bellianus.
Hetta er fyrsta skrásetingin hjá Tjóðsavninum av Cancer bellianus í føroyskum sjógvi. Sambært Kristin Vilhelmsen, skipara á Gudrun, hava einstakir av hesum slagnum veri í gørnunum seinastu árini. Eisini hava einstakir verið fiskaðir av øðrum skipum millum Føroyar og Ísland.
??tbreiðslan av hesum krabbanum er frá Kanarisku oyggjunum, norð til Ísland; frá 37-730m dýpi. Hann er tó mest vanligur í sunnara parti av norðuratlantshavinum. Krabbarnir, sum eru skrásettir norðanfyri Bretagne vóru allir hannar. Hesin, sum varð fingin til Sjómannadagin, var onki undantak.
Krabbarnir vórðu fingnir á knattstøðu 62°37,5N 6°50V á áleið 150m dýpi.
Avtala er fingin í lag, at krabbin eftir tiltakið, verður latin Tjóðsavninum, sum tekur hann í varðveitslu.
Jógvan Fróði Hansen og Jan Sørensen
Tjóðsavn Føroya
Mynd 1. Cancer bellianus. Rondin rundanum skelina er sagtent. Skjeljalongdin er mátað 12 cm, sum er full stødd.
Mynd 2. Klørnar eru stórar og "fingrarnir" svartir eins og á taskukrabba.
Mynd 3. Bakkroppurin (smala "lúkan") avdúkar, at hetta er eitt kalldýr.
Mynd 4. Cancer bellianus sæst uttast til høgru undir liðini á einum taskukrabba.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald