Komandi týsdag 21. mars kl. 1900 verður forkunnug konsert í Sørvágs skúla. Konsertin er í samband við at klaversnillingurin og føroyavinurin Martin Pollard í løtuni vitjar í Føroyum, so hví ikki skipa fyri eini konsert har hann eisini luttekur. Á konsertini verða tað 3 bólkar, ið koma at framføra.
Martin Pollard saman við blásibólki er høvuðsnavnið og fer hann at framføra soloverk eftir m.a. Mendelsshon, Rachmaninoff og Sjostakovitj. Hesi verk verða framførd á nýggja flyglinum, sum Sørvágs Kommuna hevur keypt.
Hinir bólkarnir á konsertin verða Sørvágs Tónleikarfelag, sum Tróndur Olsen stjórnar, og Ungdómsorkestrið í Vágum, sum Joan Hovgaard stjórnar. Eisini verður prógvhandan til teir næmingar, ið hava tikið prógv í royndarskipanini ???Associated Board???.
Konsertin verður í Marghøllini í Sørvágs Skúla komandi týsdag 21. mars kl 1900.
Konsertin er ókeypis.
Vinaliga
Sørvágs Tónleikarfelag og Ungdómsorkestrið í Vágum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald