Vinna

Fonn Flog fær nú nýggjan stjóra

....

2017-11-24 13:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv.

Fyrr í mánaðinum tók Sakaris Frederiksen við sum nýggjur stjóri á Fonn Flog. Sakaris kennir væl fyritøkuna frammanundan, tí seinastu 8 árini hevur hann verið sølu- og marknaðarleiðari á Fonn Flog.

 

Sakaris er 44 ára gamal, býr í Hoyvík, giftur og eigur trý børn. Hann er útbúgvin Serviceøkonom við ferðavinnu sum sergrein og hevur starvast innan ferðavinnuøkið seinastu 20 árini. Seinastu árini hevur hann verið nevndarlimur í Ferðavinnufelagnum.

 

Fonn Flog, sum í ár hevur 25 ár á baki, bleiv stovnað av Áslu og Leivur Fonn í 1992. Leivur er nú forstjóri. Hann eigur framvegis Fonn Flog saman við nýggja stjóranum og trimum øðrum starvsfólkum.

 

Fonn Flog hevur tvær deildir, eina í Klaksvík og eina í Tórshavn. Kjarnuøkið hjá Fonn Flog er at selja ferðir um allan heim, til privat- og vinnukundar. Fonn Flog er serliga kent fyri sítt góða tænastustøði, tú kanst ringja til Fonn Flog alt samdøgrið.

 

Í dag starvast 14 fólk hjá Fonn Flog, fleiri av hesum hava verið við frá tí, at Fonn Flog bleiv stovnað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder