Hagstovan:
1. september búðu 53.498 fólk í Føroyum. Tað eru 854 fleiri enn somu tíð í fjør, og tað er ein vøkstur á 1,6%.
Hetta er ein størri vøkstur enn undanfarna tíðarskeið, tá fólkatalið vaks við 731 fólkum ella 1,4%. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin síðsta árið kemur av eini nettoflyting á 551 og einum burðaravlopi á 303.
Bæði nettoflyting og burðaravlop eru størri nú í mun til undanfarna tíðarskeið. Tað kemur serliga av, at føðitalið var størri og fráflytingin var minni síðsta árið enn undanfarna tíðarskeið.
Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini.
Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum.
Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í hvørjari kommunu 1. september 2020 og 2021.
Av teimum 854 fólkunum, sum løgdust afturat hetta tíðarskeiðið, vóru meira enn helvtin úr Tórshavnar kommunu.
Lutfalsliga vaks fólkatalið mest í Nes kommunu, 3,7%, tað er 51 fólk.
Størsta afturgongd var í Kvívíkar kommunu, har fólkatalið minkaði við 16 fólkum ella 2,6%.
Fólkatalið í kommununum
sep 2020 ??? sep 2021
september | munur | |||
---|---|---|---|---|
2020 | 2021 | persónar | % | |
Tilsamans | 52.644 | 53.498 | 854 | 1,6 |
Fugloyar kommuna | 39 | 38 | -1 | -2,6 |
Viðareiðis kommuna | 353 | 355 | 2 | 0,6 |
Hvannasunds kommuna | 412 | 423 | 11 | 2,7 |
Klaksvíkar kommuna | 5.291 | 5.385 | 94 | 1,8 |
Kunoyar kommuna | 146 | 148 | 2 | 1,4 |
Fuglafjarðar kommuna | 1.572 | 1.601 | 29 | 1,8 |
Eysturkommuna | 2.210 | 2.245 | 35 | 1,6 |
Nes kommuna | 1.377 | 1.428 | 51 | 3,7 |
Runavíkar kommuna | 4.193 | 4.267 | 74 | 1,8 |
Sjóvar kommuna | 1.102 | 1.141 | 39 | 3,5 |
Eiðis kommuna | 770 | 777 | 7 | 0,9 |
Sunda kommuna | 1.813 | 1.810 | -3 | -0,2 |
Tórshavnar kommuna | 22.222 | 22.663 | 441 | 2,0 |
Kvívíkar kommuna | 624 | 608 | -16 | -2,6 |
Vestmanna kommuna | 1.241 | 1.241 | 0 | 0,0 |
Vága kommuna | 2.142 | 2.151 | 9 | 0,4 |
Sørvágs kommuna | 1.215 | 1.253 | 38 | 3,1 |
Skopunar kommuna | 455 | 457 | 2 | 0,4 |
Sands kommuna | 539 | 530 | -9 | -1,7 |
Skálavíkar kommuna | 140 | 138 | -2 | -1,4 |
Húsavíkar kommuna | 111 | 112 | 1 | 0,9 |
Skúgvoyar kommuna | 42 | 41 | -1 | -2,4 |
Hvalbiar kommuna | 667 | 679 | 12 | 1,8 |
Tvøroyrar kommuna | 1.736 | 1.767 | 31 | 1,8 |
Fámjins kommuna | 85 | 83 | -2 | -2,4 |
Hovs kommuna | 97 | 100 | 3 | 3,1 |
Porkeris kommuna | 315 | 325 | 10 | 3,2 |
Vágs kommuna | 1.375 | 1.375 | 0 | 0,0 |
Sumbiar kommuna | 360 | 357 | -3 | -0,8 |
Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.
Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald