JN

Fólkatalið øktist við 232 fólkum í undanfarna tólvmánaðarskeiði

...

2014-08-18 16:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 31. mai 2014 var fólkatalið 48.456. Í tólvmánaðarskeiðinum frá 1. juni 2013 til 31. mai 2014 var burðaravlopið 248, meðan nettoflytingin av landinum var 16 fólk. Fólkatalið vaks sostatt við 232 fólkum.

Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum við 196 fólkum, meðan Streymoyar Sýsla annars minkaði við 60 fólkum (her er størsta minkingin í Kollafirði við 35 fólkum og Hósvík við 32 fólkum).

Samanumtikið kann sigast at fólkatalið vaks í øllum sýslum, og at størsti vøksturin, 136 fólk, var í Streymoyar Sýslu.

Orsøkin til fólkavøksturin er, at flytingin av landinum er minkað so mikið, at burðaravlopið er munandi størri enn nettoflytingin av landinum. Sí talvurnar niðanfyri.
 

Fólkavøkstur var í átta av oyggjunum: Borðoy, Eysturoy, Streymoy, Vágum, Nólsoy, Sandoy, Skúvoy og Suðuroy. Størsta minkingin var í Viðoy.

Verður hugt at kommunum, sæst, at fólkatalið vaks í 12 kommunum, minkaði í 16 kommunum stóð í stað í tveimum kommunum. Størsta minkingin, 15 fólk, var í Sunda Kommunu.

Kommunurnar, ið hava størstan fólkavøkstur í tali, eru Tórshavnar, Vágs, Vestmanna, Klaksvíkar, Eiðis og Sands kommunur.

Dagførd fólkatøl, eisini útgreinað á bygdir, eru at finna í Hagtalsgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder