Mentan

Fólkaheilsuráðstevna 2017

...

2017-09-01 16:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fólkaheilsa fyri øll 20. oktober 2017

Ársins fólkaheilsuráðstevna undir heitinum ???Fólkaheilsa fyri øll??? verðurfríggjadagin 20. oktober kl. 13.00 - 16.30 í Norðurlandahúsinum.

Hesaferð verður dentur lagdur á sálarliga heilsu í breiðum høpi. Sálarlig heilsa er eitt viðkomandi evni, tí sálarlig heilsa hevur eins stóran týdning sum likamlig heilsa, og tað ber til at betra um og ávirka sálarligu heilsustøðuna hjá føroyingum bæði á einstaklinga-, bólka- og samfelagsstigi.

Á skránni verða millum annað áhugaverdir fyrilestrar um gerandis hetjur og sjálvboðið hjálpararbeiði, um sálarliga heilsu og sosial viðurskifti, um verkætlanina ???ABC fyri sálarliga heilsu??? og um avbjóðingarnar á sálarliga heilsuøkinum í Føroyum.

Millum fyrilestrarhaldararnar verða millum annað Matt Langdon, stovnari av ???Hero Construction Company???, Knud Juel, Professari Emeritus, og Tóra Petersen PhD í sálarfrøði. Harafturat verður ársins Fólkaheilsuvirðisløn handað.

Síðsta ár var áhugin fyri hesi ráðstevnu so stórur, at ráðstevnan var fullteknað beinanvegin og tíverri vóru tað nógv, sum ikki sluppu við til ta sera áhugaverdu ráðstevnuna, har spírar vórðu settir niður, sum vit enn heysta ágóða av. Fyri at tryggja, at tað ikki skal vera soleiðis aftur í ár, hava vit valt, at hava ráðstevnuna í Høllini í Norðurlandahúsinum, sum rúmar dupult so nógvum luttakarum, og vit vóna, at øll, sum ynskja at luttaka, sleppa til ráðstevnuna. Tiltakið er ókeypis, er fyri øll og tað ber til at melda seg til ráðstevnuna niðanfyri.

Melda til Fólkaheilsuráðstevnuna 2017


Fyrilestrarhaldarar

Matt Langdoner upprunaliga úr Avstralia, men er búsitandi í USA. Hann hevur síðani 2006 samstarvað tætt við heimskenda sálarfrøðingin og professaran á Stanford University, Phil Zimbardo. Matt er saman við Phil Zimbardo stovnari og í løtuni virkandi forseti í ???Hero Construction Company???, sum er amerikanskt samtak, sum hjálpir, stimbrar og útbúgvir fólk at gerast hetjur í gerandisdegnum! Matt fer m.a. at greiða frá ???Everyday Hero hugtakinum??? og sínum drúgvu arbeiðsroyndum við at menna gerandis hetjur runt í heiminum. Kunnu vit eisini gerast gerandis hetjur?

Njál Djurhuuser majorur í Frelsunnar Herinum. Njál hevur í fleiri áratíggjur framt sjálvboðið hjálpiarbeiði á gøtunum í Oslo. Njál er ein sonn gerandis hetja og fer at greiða frá sínum lívlanga hjálparvirksemi, har hann hevur ferðast ímillum teir mest sosialt útsettu av okkara samfelagsborgarunum. Hava vit ábyrgd at fremja hetjuvirksemi í gerandisdegnum?

Knud Jueler Professari Emeritus í Statens Institut for Folkesundhed á Syddansk Universitet. Hann hevur í ein mansaldur granskað í hagfrøðiliga sambandinum ímillum ymiskar tættir, sum avgera okkara heilsustøðu og hevur staðið á odda fyri fleiri størri heilsukanningum í Danmark. Knud fer at greiða frá, hvussu ymiskir tættir, sum hava týdning fyri okkara heilsustøðu, ávirka hvør annan við høvuðsdenti á sambandið ímillum ymisk sosial viðurskifti og okkara heilsu. Hevur heilsustøða okkara ávirkan á okkara sosialu støðu ella umvent?

Annika Helgadóttirer PhD. í sálarfrøði frá Københavns Universitet. Hon er forkvinna í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar og hevur drúgvar arbeiðsroyndir sum sálarfrøðingur í Danmark og Føroyum og er í løtuni sálarfrøðingum á miðnámsskúlaøkinum. Annika nýtir m.a. ???ABC fyri sálarliga heilsu konseptið??? sum amboð at menna heilsuna hjá ungum, og hon fer at greiða frá hesum arbeiði. Hvørjar avbjóðingar hava okkara ungu borgarar?

Monika Mohrer Cand.mag í sálarfrøði og heilsufremjan/strategi frá Roskilde Universitet. Hon hevur verkætlannar royndir innan sálarliga heilsufremjan úr Danmark og er í løtuni í starvi í Fólkaheilsuráðnum, har hon samskipar stóru verkætlanina ???ABC fyri sálarliga heilsu???. Monika fer at greiða frá føroysku útgávuni av avstralska konseptinum ???Act-Belong-Commit???. Hvat er føroyska ABC verkætlanin?

Tóra Petersener PhD. í sálarfrøði frá Syddansk Universitet. Hon hevur royndir sum granskari í traumasálarfrøði og sum praktiserandi sálarfrøðingur, og hevur m.a. granskað í sálarligu heilsuni hjá føroyskum børnum. Hon er fyrrverandi forkvinna í felagnum føroyskir sálarfrøðingar og í granskingarnevndini á Landssjúkrahúsinum. Tóra fer at hugleiða um nakrar av stóru avbjóðingunum á sálarfrøðiliga heilsuøkinum í Føroyum, og um hvussu vit betra um hesi viðurskifti. Hvussu kunnu vit menna sálarligu heilsustøðuna á einstaklinga- og samfelagsstøði í framtíðar Føroyum?

Skráin til Fólkaheilsuráðstevnuna 2017 fæst niðanfyri:

Ráðstevna í Norðurlandahúsinum 2017.pdfSkrá til Fólkaheilsuráðstevnuna 2017

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder