Tíðindaskriv.
Fólkaheilsuráðið heldur fram við herferðin Sunn Sinn - ið hevur til endamáls at varpa ljós á sálarliga heilsu og at bróta tøgnmentanina, ið áður hevur rátt.
Hetta seinasta árið hava evni, ið hava við sálarheilsu at gera, verið sjónlig í miðlunum, og tað er at fegnast um. Fólkaheilsuráðið hevur gjørt sítt, men felagskapir og einstaklingar hava sanniliga eisini gjørt sítt til at avstigmatisera psykiska heilsu.
Næsta herferðin hjá ráðnum setir fokus á ung og sálarheilsu - og viðger serstakar trupulleikar, sum ung í ovstóran mun stríðast við, so sum tunglyndi, happing o.a.
Herðferðin eru 3 filmar, ið ung hava gjørt til ung.
Rebekka Eliasen og Rógvi Langaard hava, saman við øðrum, gjørt filmarnar.
Vónin er, at filmarnir eru við til at seta orð á hjá teimum, ið hava brúk fyri tí - og harvið kunnu hjálpa. At seta orð á kann vera fyrsta stigið.
Filmarnir verða komandi mánaðirnar at síggja á sosialu miðlunum ??? sí leinkju niðanfyri.
Við kvøðu,
Fólkaheilsuráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald