
Fiskaaling: VÍSINDAV??KA: Rognkelsir hava víst seg at vera eitt gott amboð í hernaðinum móti laksalýs.Atferðarkanningar hjá Fiskaaling av rognkelsum vísa, at táteyverða slept í aliringarnar,havabæðiskjólogbeinleiðis fóðring avteimum avgeranditýdning fyri,hvussu tey klára segí ringunum.Í sambandi við átakiðhjá Granskingarráðnumundir heitinum,Vísindavøkan á ferð2018,hevurÁsa Johannesen, granskari á Fiskaaling, hildið almenna framløgu á Seglhúsloftinum um atferðina hjá rognkelsum og laksi í tveimum alibrúkum í Føroyum.
Alivinnan hevur tíbetur verið væl spard fyri sjúkum seinnu árini, men ein trupulleikihevur veriðvaksanditalið av laksalýs í alibrúkunum. Nógvir hættir eru at basa laksalús, og ein av teimum,ið eisini hevur tann fyrimunin, at hanner lívfrøðiliga burðardyggur, er nýtsla av rognkelsum, sum eta laksalýs av skræðuni hjá laksinum.
Fortreytin fyriat brúka rognkelsi í hernaðinum móti laksalýser, at tey trívast millum laksin í aliringunum. Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling, sum hevur gjørt nógv við at granska íhesum slagi avreinsifiskum, hevur millum annað gjørt atferðarkanningar av rognkelsum, tá tey verða sett út í alibrúkini.
Í sambandi við afturvendandi átakið hjá Granskingarráðnum, Vísindavøkan á ferð, helt Ása Johannesen herfyrialmennanfyrilestur við framløgu á Seglhúsloftinumá Tvøroyriundir heitinum,Atferð hjá rognkelsum og laksi í tveimum alibrúkum í Føroyum.Kanningarnar vórðu gjørdar í 2015-16við millum annað livandi upptøkumbeinleiðisúr aliringunum.
Í framløgu sínivístiÁsa Johannesenmillum annað á, atgóðurtrivnaður hjá rognkelsum eravgerðandi fyri, at tey gera neyðugu nyttuna í alibrúkunum. Kanningarnar vísa, at ein rættiliga avgerandi fortreyt fyri, at rognkelsinitrívast, er at tey havahavaskjól og harvið verndí aliringunum. Somuleiðis atteyverðafóðraðárið runt.Ítíðarskeiðnum fyrstu tríggjar mánaðirnar í árinum, muguteyfóðrastserliga væl, títáerlítið og einki planktonella annað at etaí sjónum.
Rognkelsini erufyri tað mesta ov smá til at liva avalifóðurinum hjálaksinum, títaðersjálvandiframleitt tilnógvstørri fisk, og hartil eru ikki røttu føðsluevnini til rognkelsi í laksafóðrinum.Fyri at tryggja góð livikor, ertírættiliga avgerandi,at rognkelsini fáafóður,sumeregnaðtil tey.
Harafturat má hædd takast fyri teimum oftani hørðu veðurviðurskiftunumvið bæði vindi og hørðum streymi. Hettagertað neyðugt at setaútskjól íaliringarnar sumrognkelsini kunnu søkja særvernd í.
Myndin omanfyri er frá videoupptøkum av rognkelsum í aliringunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald