Mentan

Føðingardagsbarnið gav øðrum gávur

...

2016-11-21 19:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á stóru móttøkuni á 50 ára degnum hjá Lions Club Tórshavn leygardagin, handaði fyrsti Lions-klubburin í Føroyum øðrum gávur fyri tilsamans 305.000 krónur


Leygardagin hátíðarhelt Lions Club Tórshavn, at 50 ár vóru liðin, síðani klubburin var góðkendur sum ein partur av Lions kring heimin. Hetta varð gjørt við móttøku í Müllers Pakkhúsi um dagin og veitslu í Dansifrøi um kvøldið.

Men meðan flestu føðingardagsbørn fáa gávur, valdi Lions Club Tórshavn at markera sín runda dag við at lata gávur, og var henda gávuhandan partur av móttøkuni um dagin. Talan var um tilsamans 13 gávur fyri eina samlaða upphædd upp á 305.000 krónur.

Tórshavnar Musikkskúli, Havnar Hornorkestur og harmoniorkestrið G.H.M. fingu 35.000 krónur í part, Skótalið Sigmunds Brestissonar og søguliga húsið Við Brunn í Nólsoy fingu 30.000 krónur hvør, Heilafelagið, Tórshavnar Manskór, Reyði Krossur og Frelsunarherurin fingu 20.000 krónur í part og Herbergið, Fountainhúsið, Kvinnuhúsið og Iktys fingu 15.000 krónur í hvør.

??? Okkara fremsta uppgáva er at útvega pengar til vælgerandi tiltøk og at stuðla samfelagsgagnligum arbeiði, og tí hildu vit, at einki var náttúrligari enn tað, at vit lótu gávur, har tørvur var á tí, nú hetta var okkara rundi dagur, sigur Gunnar Streymoy, forseti í Lions Club Tórshavn.

Í sambandi við 50 ára haldið hevur Lions Club Tórshavn eisini gjørt eitt minnisrit, sum varð lagt fram leygardagin, og somuleiðis kundi síggjast ein serligur kyndil, sum júst í hesum døgum er í Føroyum og markerar, at næsta ár eru 100 ár liðin, síðani altjóða Lions Club var sett á stovn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder