
Stórur áhugi er fyri náttúruni á Víkum, og 1412 undirskriftir vórðu savnaðar inn fyri at friða økiðfrá Fjallavatni til Barðið, íroknað sjóøkið.
Men hóast hædd eigur at verða tikin fyri verndaráhugamálum, tá aliloyvi verður givið, eru eingi slíkatlit tikin, og aliútgerð er longu løgd út á Víkum. Hesar fyrireikingar til aling á Víkum, eiga alt fyrieitt at verða steðgaðar, inntil støða er tikin til um økið verður friðað.
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag hevur kært aliloyvið, umhvørvisgóðkenningina og søktfriðingarmyndugleikarnar um at friða økið á Víkum. Enn er einki svar komi frá Heilsu- oginnlendismálaráðnum á kæruna um umhvørvisgóðkenningina, eins og bíða verður enn eftir avgerðhjá Yvirfriðingarnevndini.
??kið á Víkum er eitt tað størsta náttúruøki í Føroyum, og tað, at aling á Víkum verður skundaígjøgnum, hóast eyðsýnda konflikt um økið, vísir vantandi virðing fyri fólkaræðisligummannagongdum. Heilsufrøðiliga starvsstovan, Umhvørvisstovan, Vinnumálaráðið og Heilsu- oginnlendismálaráðið eiga at taka atlit til náttúruvernd, og eftir alilógini skal loyvisfyrisitingin metaum verndaráhugamál, áðrenn loyvi verður givið til aling. Alingin eigur ikki at byrja, tá støða ennikki er tikin til um umhvørvisgóðkenningin er í lagi.
Nevndin í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald