Ítróttur

FM í landavegssúkling

...

2015-08-07 22:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sambært kappingarkalendarinum hjá TSF, so skuldi tær tríggjar FM kappingarnar í landavegsúkkling verða miðan septembur, men orsaka av at tá eru fleiri av okkara sterkastu súkklarum farnir av landinum aftur, so verður kappingarnar fluttar ein mánað fram, t.e. í døgunum frá 13. til 15. august.

Kappast verður soleiðis:

Hósdagin 13. august: Landavegsúkkling. Startur og mál verður við Wenzel í Havn. Kappingin byrjar kl. 18.00. Teinurin er uml. 80 km.

Fríggjadagin 14. august: 30 km einkultstartur. Startur og mál verður við FK í Miðvági. Kappingin byrjar kl. 19.00.

Leygardagin 15. august: Býarsúkkling. Startur og mál verður við Wenzel í Havn. Koyrt verður 45 minuttir pluss 2 umfør. Kappingin byrjar kl. 16.00.

Verður nøkur broyting viðv. rutu o.ø. so verður tað kunnað her og á Facebook - í bólkinum Súkkling og Triathlon í F??.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder