Mentan

Fløskupostur úr Íslandi tekur eitt ár

...

2017-01-18 09:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hav skrivar:

Tað sigst at íslendskir landnámsmenn kastaðu tvinnar hásætissúlur í havið og skuldu lata bý byggja, har hesar komu upp á land. Hetta bleiv til Reykjavík. Íslendska barnaútvarpið setti tveir fløskupostar, útgjørdir við GPS sendara, í sjógvin út fyri Reykjavík fyri júst einum ári síðani og fylgja gongdini hjá hesum umvegis fylgisvein (http://krakkaruv.is/floskuskeyti).

Tað forvitnisliga er, at fløskupostarnir ikki róku til Reykjavíkar, men fóru út á opið hav og nærkast nú føroyskum sjógvi ??? eftir at hava verið sunnan fyri Kappan og vesturi við New Foundland. Hesar fløskur hava fylgt kendum streymum væl neyvari enn ein kundi væntað frá slíkari ikki-vísindaligari roynd. Fløskurnar hava nevniliga ferðast eina umferð kring tann sonevnda subpolara meldurin (sí mynd), og túrurin um meldurin hevur tikið væl styttri tíð enn vísindafólk vildu mett.

Subpolari meldurin er ein stórur ???bjølgur??? við køldum og lutfalsliga feskum sjógvi, ið melur móti klokkuni sunnan fyri Ísland og Grønland. Rásinar hjá fløskunum hava neyvt fylgt periferiini á hesum meldri, og hetta er ein staðfesting av fleiri spennandi havfrøðiligum fyribrigdum (les meiriher).

Síðstu vikurnar eru fløskurnar riknar eystur móti bretska meginlandinum og onnur (tann reyða) er komin heilt inn móti Hebridunum og kemur neyvan út aftur. Hin er í løtuni í Rockall-rennuni, og spennandi verður at vita hvussu nær Føroyum hon kemur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder