Mentan

Floksmannadagurin í Hattarvík - myndir

...

2016-07-12 10:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Floksmannadagurin í Hattarvík

- ein serlig mat- og mentanaruppliving í Hattarvík

Leygardagin 2. juli var av allarfagrasta veðri og rættuliga fitt av fólki luttóku í eini serligari mat- og mentanaruppliving í Hattarvík á Fugloynni, ið kallaðis Floksmannadagur.

Hugskotið eiga Gutti Winther og Símun Gullaksen, og er hetta ein avleiðing av samstarvi teirra millum í sambandi við ???Spískamarið??? í 2014, har tað millum annað varð borðreitt við langtíðarstoktum lambskjøti, sum varð niðurgrivið og stokt í 4 til 5 tímar.

Við nógvum hugagóðum hjálparfólki, sum øll áttu sín leiklut í, at dagurin eydnaðist so sera væl, er alt møguligt.

Túrurin byrjaði í Hvannasundi kl. 08:45, har silgt varð við ???Rituni??? til Hattarvíkar. Gestirnir fingu møguleikan at njóta Viðoy, Svínoy og Fugloy frá sjónum.

Komin til Hattarvíkar, tóku vertirnir ímóti og kósin varð sett beinleiðis til teigar floksmanna, við liðuna av Bakkahjallinum, har klárt var at kynda undir bálinum alt fyri eitt. Síðani varð borðreitt við einum mergjaðum morgunmati, áðrenn gongutúrin niðan á Eystfelli.

Gingið varð niðan á Knúk og síðani allan vegin fram við eggini. Fleiri nýttu møguleikan at fara heilt út á eggina at hyggja omanyvir Bispin (Stapan). Eisini varð steðga á við eggina omanfyri Leypurskorð, har øll fingu ein bita við góðum skepikjøti og serligan hvonnsnaps, tilgjørdur við hvonn úr Leypurskorð. Í Leypurskorð er bert tann ein veðrur.

Framhaldandi varð gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin, har Gutti Winther hevði borðreitt við serligum brellbitum eitt nú føroyskur laksur, grillaður omaná tí niðurgrivnað lambskjøtinum. Eisini fingu øll ost og skinku úr Múla, sum er sera forkunnugt og áhugavert. Áðrenn farið varð oman til Bakkahjallin, fyri at grava kjøtið upp, hugleiddi Jóan Pauli Joensen, professari sera áhugavert um fornan føroyskan matsið og matmentan.

Tá ið kjøt vm. meira varð uppgrivið, fóru fólk til borðs. Kári Sverrison setti sín dám á tiltakið og sang skjaldur og fólkatónleik áðrenn fólk, sera spent og hugagóð, fóru at fáa sær uppá borðdiskin. Føroya Bjór hevði bryggja eitt serligt floksmannabryggj til hetta serstaka høvi, og vóru tær sera prýðuligu 2 litur fløskurnar sera væl hóskandi til dagin.

Aftaná sjálvt borðhaldið fóru menn og kvinnur uppá gólv, og dansurin gekk so listiliga. Nógv góð kvæðafólk vóru til staðar, og so mikið væl gekst, at kvøtt varð uppá hjarta til Ritan kom undan.

Alt í alt, ein sera væl eydnaður Floksmannadagur, sum so avgjørt verður endurtikin komandi ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder