Kom við til eina serliga náttúru, mat- og mentunaruppliving í Hattarvík, í fótasporum Floksmanna, leygardagin tann 7. juli 2018.
Hugskotið eiga Gutti Winther og Símun Gullaksen, og er hetta eitt úrslit av samstarvi teirra í ???Spískamarið??? í 2014, har tað millum annað varð borðreitt við langtíðarstoktum lambskjøti, sum varð niðurgrivið og stokt í 4 til 5 tímar undir jørð.
Túrurin byrjar í Hvannasundi kl. 08:45 har ferðast verður við ???Rituni??? til Hattarvíkar. Túrurin tekur uml. 1 tíma og 15 minuttir og er møguleiki at njóta Viðoy, Svínoy og Fugloy frá sjónum.
Komin til Hattarvíkar, verður fari í land á Trøllagjónni, har vertirnir takað ímóti og kósin verður sett beinleiðis til teigar floksmanna, við liðuna av Bakkahjallinum, har kynt verður undir bálinum alt fyri eitt og lambskjøt úr Eystfellinum verður koyrt undir jørð til viðgerðar.
Síðani verður borðreitt við einum mergjaðum morgunmati, har serføroyskur viðskeri er á matarlepanum., Skerpikjøt, rullipylsa, kjøtpylsa, egg vm. - alt úr tí serføroyska kovanum verður notið.
Eftir hetta verður ein gongutúrur niðan á Eystfelli. Gingið verður niðan á Knúk og síðani allan vegin fram við eggini. Hugt verður omanyvir Bispin (Stapan) og niður í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin húsast. Steðga verður á her og skerpikjøti úr Leypurskorð skal roynast, umframt hvonn muður frá Føroya Bjór. Framhaldandi verður gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin. Hesin túrur tekur uml. 3 tímar. Á túrðinum verða ferðaleiðarar og hjálparfólk og greitt verður frá ymiskum søguligum á vegnum.
Komin oman úr haga, verða gestirnir móttiknir av kokkinum og verða annars við til at grava máltíðina upp og borðreiða. Afturvið verða føroyskt framleiddir snapsir og serlig bryggja Floksmannabjór frá Føroya Bjór, sum inniheldur ymiskar góðar urtir úr Eystfellinum. Bryggjmeistarin sjálvur kemur at greiða nærri frá um hesa serføroysku framleiðslu.
Undir borðhaldinum verður undirhald, tónleikur, felagssagur og frásøgur, umframt at søgufrøðingur kemur at hugleiða eitt sindur um serliga føroyska matmentan og áhugaverdar sagnir.
Eftir borðhaldi verður fari uppá gólv, og luttaka góð kvæðafólk í ringinum.
Fráferð verður úr Hattarvík uml. kl. 19:45 við ???Rituni???.
Aldursmark 18 ár.
Tilmelding er umvegis fylgjandi leinkju og
https://seglhus.atgongumerki.fo/webshop/event/580181/order/info
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald