
Nakrar viðmerkingar, nú Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur boðað frá, at felagið fer ikki at gera sáttmála við útlendsk fakfelag fyri flogternunar hjá Atlantic Airways
Seinastu tíðina hevur verið frammi, at flogternurnar hjá Atlantic Airways hava meldað seg úr Starvsmannafelagnum og inn í FPU (Flyvebranchens Personale Union). Eisini hevur verið frammi, at hvørki Atlantic Airways ella Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskja at gera sáttmála við útlendskt fakfelag.
-Sum fakfelag eru vit ikki ósamd við arbeiðsgevararnar í, at rættast er, at í Føroyum eru tað føroysk feløg, sum gera sáttmálar. Tað taka vit sum so fult undir við, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.
- Hinvegin mugu vit sum fakfelag virða, at vit hava skipanarfrælsi og at starvsfólk hava rætt at skipa seg og royna at fáa sáttmála á tann hátt, sum tey meta vera best fyri seg.
Fakfelagið Súlan kastaði saman við Starvsmannafelagið í januar 2016, tá størsti parturin av flogternunum meldaði seg sum limir í Starvsmannafelagið. Samstundis varð Súlan sum fakfelag umskipað til áhugafelag undir Starvsmannafelagnum. Eitt áhugafelag, sum í løtuni ikki hevur nakran lim.
Eingin virkin kollektivur sáttmáli
Í heyst valdu flogternurnar sum einstaklingar at melda seg úr Starvsmannafelagnum, tí tær ynsktu at fáa sáttmála gjøgnum fakfelagið FPU.
Vanligi sáttmálin fór úr gildi 1. november. Hetta var ein sáttmáli, sum var galdandi fyri alt kabinupersonalið hjá Atlantic Airways, óansæð um tær vóru limir í Starvsmannafelagnum ella ikki. Ein sokallaður økissáttmáli, sum er tað vanliga slagið av sáttmálum í Føroyum.
Avgjørt var tó at leingja sáttmálan sum limasáttmála í eina tíð, til 1. november 2019. Hesin sáttmáli hevur tó ongan reellan týdning sum kollektivur sáttmáli, við tað at eingin flogterna í løtuni er limur í Starvsmannafelagnum.
Allar flogternurnar eru tó framhaldandi settar eftir treytunum í sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum. Hettar er í teirra individuellu setan við flogfelagið
Flogternurnar mugu ráða
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur boðað frá, at tað fer ikki at gera sáttmála við eitt útlendsk fakfelag.
-Beint nú vita vit ikki hvat, ið fer at henda, men fyri ordans skyld skulu vit siga frá, at Starvsmannafelagið er til reiðar at koma flogternunum til hjálpar, um tær hava brúk fyri okkara hjálp, eisini í eini skiftistíð, sigur Súni Selfoss.
-Men lat meg undirstrika, at tað er púrasta upp til flogternurar og at Starvsmannafelagið undir ongum umstøðum fer at gera nýggjan økissáttmála fyri hettar økið ??? ímóti viljanum hjá flogternunum.
-Eg gangi eisini út frá, at einki annað føroysk fakfelag við virðing fyri sær sjálvum heldur fer at gera sáttmála fyri økið, uttan at hava flogternurnar við sær og í sínum limaskara, undirstrikar Súni Selfoss.
Kelda: Starvsmannafelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald