
U 19 dreingjalandsliðið í flogbólti tapti í dag 3-2 móti Noreg í Kettering í Onglandi, har liðið spælir við íaltjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti ??? NEVZA.
Dysturin gjørdist sera spennandi og vardi í umleið 2 tímar og 10 minuttir, og tá skal eisini havast í huga, at føroysku dreingirnir fyrr í morgun spældu í móti Svøríki. Serliga 5. settið gjørdist spennandi, tí vanliga verður spælt til 15, men settið endaði ikki fyrr enn komið varð upp á 21-19 til Noreg.
Hini settini endaðu: 24-26, 25-23, 15-25 og 19-21.
Næsti dysturin hjá føroyska U 19 landsliðnum verður í morgin klokkan 11,30 ??? hetta er fjórðingsfinala, sum verður ímóti nr. 2. hinum bólkinum.
Í løtuni spæla føroysku U 19 genturnar ímóti Noreg.
Dysturin verður stroymdur her:https://www.youtube.com/watch?v=vtctzNOpAvs
??r SÍ:
Bjarni Joensen
Julian Vest Niclasen
Jón Weihe Simonsen
Ragnar Weihe
Hjørtur Joensen
Oskar í Haraldstovu Weihe
ÍF:
Ingálvur Eyðunsson Olsen
??r Fleyr:
Hákun Weihe Heinason
Tórur Paulason
Tórður Gunnarsson Højsted
Jónfinnur Jógvansson Hansen
??r Mjølni:
Dávið Hentze
Venjarar; Rajko Petrovic og Hans Simonsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald