Mentan

Flogbóltur fær pláss á frímerkjum mánadagin 24. februar

...

2020-02-21 10:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í ár eru 125 ár liðin síðan flogbóltur sum ítróttargrein var uppfunnin Í USA. Í tí sambandi gevur Posta mánadagin út tvey frímerki, har flogbóltur er motivið og hetta verður hátíðarhildi við stórum tiltaki á torginum í SMS, har millum annað evropeiski flogbóltsforsetin, Aleksandar Boriči??, verður við.


Ítróttur nr. 5 í heiminum

Tað er einki at taka seg aftur í, at flogbóltur telist millum tær størstu ítróttargreinirnar í heiminum.

Í heimshøpi verður roknað við, at ímillum 800 og 900 milliónir fólk spæla flogbólt, og tað ger ítróttargreinina til eina av teimum fimm størstu í heimshøpi.

Eisini her á landi er flogbóltur ein stór ítróttargrein og dag út og dag inn venja børn og vaksin í hallunum kring landið. 

Til Føroya í 50-unum
Tað var longu í 50-árunum, at Martin Holm, ið tá arbeiddi sum lærari á Føroya Læraraskúla, ein dagin møtti upp við einum neti og einum løgnum bólti, og greiddi næmingunum frá hesum spælinum, sum so at siga eingin kendi til um okkara leiðir.

Væl lá fyri hjá Martini Holm at læra frá sær, tí ungu leikararnir tóku spælið við sær inn í skúlarnar kring landið, og síðan hevur spælið ment seg haðani.

Tí eiga lærarnir stóran heiður av, at flogbóltur gjørdist so væl dámd ítróttargrein her heima og er tað enn.

Við stovnanini av Flogbóltssambandi Føroya gjørdist flogbólturin, sum beinanvegin fekk altjóða viðurkenning, meira skipaður, eisini í landsliðshøpi, har føroysku liðini hava vunnið fleiri altjóða kappingar.

 
125 ár síðan stovnan
Í ár eru tað liðin 125 ár síðan William G. Morgan uppfann spælið í USA.

Nógv er broytt síðan tá, men enn sum áður hevur ítróttargreinin, har so at siga eingin kropslig kontakt er millum leikararnar tann sama sum í útgangspunktinum, sum í dag verður spæld um allan heim.
Í samband við dagin hevur Posta valt at geva út tvey frímerki, har flogbóltur er motivið, og tey koma út mánadagin.

Í hesum sambandi verður skipað fyri stórum tiltaki á torginum í SMS, har frímerkini vera almannakunngjørd. Millum annað fara børn at spæla flogbólt á Torginum.

CEV-forsetin vitjar
Í sambandi við frímerkini - og í sambandi við steypafinalurnar, sum eru um vikuskiftið - fær FBF vitjan av evropeiska flogbóltsforsetanum, Aleksandar Boriči??, sum hevur verið forseti í CEV síðan 2015.
Tiltak í SMS og beinleiðis stroyming
Hann verður við til tiltakið á torginum í SMS mánadagin, eins og hann verður við til steypafinalurnar leygardagin.

Tiltakið í SMS byrjar klokkan 14.30, tá børn fara at kappast í flogbólti, og kappingin heldur fram til klokkan 16.30, tá tiltakið í samband við frímerkjaavdúkingina byrjar.

Stroymt verður frá tiltakinum. Stroymingin byrjar klokkan 16.00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder