Mentan

Flestu føroysku prestagarðar umvældir

...

2018-08-27 13:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 LV skrivar: 

ÁRSFRÁGREIÐING: Í samstarvi við Føroya Stiftsstjórn hevur Landsverk seinnu árini umvælt og umbygt fleiri av teimum 20 prestagørðunum, sum Stiftsstjórnin umsitur vegna Føroya Kirkjugrunn. Tann fyribils seinasti í røðini er prestagarðurin á Kirkjuteigi í Kvívík.

Á ??lavsøku 2007 varð føroyska fólkakirkjan yvirtikin frá Danmark. Longu undan yvirtøkuni var greitt, at fleiri av prestagørðunum, ið tá vóru 19 í tali, vóru í vánaligum standi. Eftirfylgjandi er keyptur ein bygningur afturat til nýggjasta prestagjaldið, sum er í Hoyvík.

Í bókini ???Kirkjan???, ið Kirkjugrunnurin gav út í 2017 í sambandi við fyrsta 10 ára skeiðið fyri yvirtøkuna av Fólkakirkjuni, stendur, at myndugleikarnir vóru samdir um, at serstøk tiltøk vóru neyðug, um prestagarðarnir skuldu liva upp til at vera bústaðir hjá prestunum.

Føroya Stiftsstjórn heitti eftir hetta á Landsverk um fakliga hjálp í hesum sambandi. Danska fyritøkan Bascon A/S gjørdi síðani støðufrágreiðing, eftir at hava sýnað 18 av gørðunum í desember 2008.

Støðufrágreiðingin staðfesti illgrunan um, at stórar dagføringar vóru neyðugar, samstundis sum hendan gjørdist yvirskipað grundarlag undir miðvísari umvæling og liðuggerð av prestagørðunum.

Hóast nøkur bráðfeingis arbeiði av og á seinkaðu ymiskum verkætlanum við at koma ímillum, er støðan í 2018 tann, at 17 av prestagørðunum nú eru dagførdir.

Førdur aftur í upprunastand
Tann seinasti prestagarðurin, sum er liðugt høvuðsumvældur innan og lutvíst uttan, er tann í Kvívík. Her eru vindeyguni skift út, og fýra kvistar gjørdir. Umvælingin innan er gjørd soleiðis, at gólv- og plátutilfar, sum varð brúkt í sambandi við umvælingar í 20. øld, er tikið burtur, meðan upprunaligi stór- og bróstaviðurin standa eftir. Somuleiðis eru tey gomlu gólvini umvæld og lutvíst skift út í teimum pørtum, sum vóru ov vánaligir at varðveita. Eisini eru hvs- og elkervini skift út.

Ein partur av loftsgólvinum er tikin burtur, soleiðis at húsini eru opin upp í tróðrið, meðan ein brúgv er gjørd á loftinum, sum bindur norður- og suðurendan saman. Ein glasgongd bindur høvuðshúsini saman við gomlu roykstovuni. Talan er um eina samanbinding, sum varð tikin burtur í fimmtiárunum, tá garðurin samstundis varð longdur.

Sum heild kann sigast, at prestagarðurin í Kvívík lutvíst er førdur aftur í upprunastand, men sjálvandi við tí fyri eyga, at hann skal virka í eini nútímans tíð við øllum hentleikum, sum nútíðin krevur.
 

FAKTA I
Teir 20 prestagarðarnir undir Føroya Stiftsstjórn liggja á hesum støðum:
* Vágur 1
* Tvøroyri 1
* Hvalba 1
* Sandur 1
* Miðvágur 1
* Tórshavn 3 ??? Heygsvegur, Essalág og Biskupsgarður
* Hoyvík 1
* Kvívík 1
* Vestmanna 1
* Hvalvík 1
* Nes 1
* Lamba 1
* Innan Glyvur 1
* Fuglafjørður 1
* Eiði 1
* Klaksvík 2 ??? á Brekku og Prestvegi
* Viðareiði 1


FAKTA II
Frá 2009 og frameftir hava prestagarðarnir verið undir umvæling, sum Landsverk hevur verið partur av, og sum lutvíst er fíggjað av viðlíkahaldsjáttanini til stovnin. Talan er um hesar prestagarðarnar:

Todnes, Sandur, 2009-12: Drenað og turkað økið og høvuðsumvældur innan.
Á Brekku, Klaksvík, 2011-13: Høvuðsumvældur uttan.
Biskupsgarður, Tórshavn, 2014: Høvuðsumvældur uttan og innan.
Eiði, 2015: Høvuðsumvældur innan og nýggjan dur.
Kvívík, 2017-18: Høvuðsumvældur innan, nýggj vindeygu og kvistar.

Umframt hetta hevur Landsverk luttikið við ráðgeving í sambandi við umvæling av hinum gørðunum. Í 2018 er farið undir prestagarðin í ??nagerði á Viðareiði.

Ársfrágreiðingin hjá Landsverki fyri 2017-18 kann takast niður HER.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder