Umsóknarfreistin til bæði embætini sum sóknarprestur í Norðstreymoy var úti á middegi í gjár, tann 17. juni.
Norðstreymoyar vestara prestagjald fekk fýra umsóknir. Prestagjaldið fevnir um tríggjar kirkjusóknir: Vestmanna, Kvívík og Kollafjørður. Prestagarður er til embætið, og komandi sóknarpresturin kemur at búgva í Vestmanna.
Norðstreymoyar eystara prestagjald fekk tríggjar umsóknir. Prestagjaldið fevnir um fimm kirkjusóknir: Tjørnuvík, Haldórsvík, Hvalvík, Saksun og Hósvík. Prestagarður er til embætið, og komandi sóknarpresturin kemur at búgva í Hvalvík.
Tað eru kirkjuráðini í prestagjaldinum, ið innstilla sóknarprestin. Biskupur er fyrisitingarligur leiðari. Landsstýrismaðurin í kirkjumálum útnevnir sóknarprestin, og dómprósturin skipar hann í embætið.
??tlanin er at fáa málsviðgerðina væl greidda úr hondum einaferð um mánaðarskiftið juni/juli.
JF
Kelda: folkakirkjan.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald