Í komandi viku er altjóða Alzheimerdagurin, sum er 21. september. Í tí sambandi verður skipað fyri fleiri ymsum tiltøkum kring landið.
???Da Aage forsvandt???Mánakvøldið 18. september verður tiltak í Læraraskúlahøllini á Frælsinum í Havn. Tá fer Rita Knudsen at hava framløguna ???Da Aage forsvandt,??? har hon sigur frá um støðuna sum avvarðandi hjá einum, sum er raktur av demens. Ritu og Aage kenna vit frá sendingum á TV2 ???Da Aage forsvandt??? og ???Rita og Aages sidste dans.???
Rita og Aage vórðu gift, tá Aage fekk staðfest demens og Rita sigur frá, hvussu tað er at vera avvarðandi hjá einum persóni við demens. Um øll tey torføru valini og avgerðirnar og hvussu hon hevur roynt at klára avbjóðingarnar. Hon er erlig og sigur tingini, sum tey eru. Framløgan varir umleið tveir tímar. Ein lítil steðgur verður við kaffi og smákakum og aftaná er møguleiki at seta Ritu spurningar. Rita hevur eisini útgivið bókina ???Da Aage forsvandt,??? sum fæst til keyps hetta kvøldið. Tiltakið er ókeypis.
Gudstænastur kring alt landiðSjálvan Alzheimerdagin, hósdagin 21. september kl. 14, verða gudstænastur í seks kirkjum kring landið. Gudstænasturnar verða í Christianskirkjuni í Klaksvík, í Glyvra kirkju, í Vestmanna kirkju, í Vesturkirkjuni í Havn, í Sands kirkju og í Tvøroyrar kirkju. Í samband við gudstænasturnar verður eisini sangur og tónleikur.
Onnur tiltøk verða eisini í samband við Alzheimerdagin og Kringvarpið fer at hava sendingar Alzheimervikuna bæði í útvarpið og sjónvarpið.
Mett verður, at umleið 800 føroyingar hava demens, harav eini 500 av teimum hava Alzheimer. Sjúkan rakar serliga eldri fólk, men eisini yngri fólk. Sjúkan rakar ymiskt og kann ikki lekjast, men við upplýsing og umsorgan kunnu vit bøta um tilveruna hjá bæði sjúklingum og teirra avvarðandi.
Tíðindaskriv frá Alzheimerfelagnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald