Vinna

Fleiri enn 26.000 løntakarar í oktobur

...

2018-01-11 08:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan: Løntakaratalið sveiggjar vanliga eftir árstíðini við nøkrum hundrað hvønn vegin gjøgnum árið.

Oktobur er vanliga ein mánaður, ið liggur hvørki á toppi ella í aldudali í hesum sveiggjum, og oktobur í fjør er heldur ikki nakað undantak.

Hetta sæst eisini við, at talið liggur nærum ájavnt við trendtalið fyri sama mánað, ið er reinsað fyri árstíðaravvik og øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum.

Tað er eyðsæð út frá trendinum, at talið á løntakarum hevur verið vaksandi fýra ár á rað.

(trýst á myndina, so gerst hon størri)

Sí fleiri tøl í hagtalsgrunninum, har løntakaratølini eru útgreinað á kyn og vinnugrein.

Stutt um trendin

Hagstova Føroya brúkar trendtøl at greiða frá langtíðargongdini í løntakaratølunum.

Trendtøl eru eins og árstíðarjavnað tøl reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggj í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendtølunum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, eitt nú stórum falli ella øking í løntakaratalinum ávísum mánaða.

Við trendtølunum faá vit eina róligari mynd, ið ger tað lættari at síggja ta undirliggjandi langtíðargongdina í løntakarunum.

Árstíðarjavnaðu tølini eru og verða framvegis tøk í hagtalsgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder