2017-04-25 08:31
Flaggdagshald verður í Marghøllini í Sørvágs skúla týsdagin, 25. apríl kl.14:00.
Kitty May Ellefsen flytir fram røðu og Sørvágs Tónleikarfelag spælir.
Næmingar møta kl. 13:30.
Skrúðgonga byrjar omanfyri skúlan kl. 13:45, fer út til gamla Føroya Banka, heim runt kirkjugarðin og endar vestanfyri skúlan, við inngongdina til Marghøllina.
Í sambandi við námsferð til Íslands skipa foreldur og næmingar í 7. flokki fyri kaffisølu, og næmingar í 6. flokki hava tombola.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald