
Í gjár var nýggi kølarin tikin í brúk og er so smátt við at verða fylltur fullur við vøru. Stórur saknur hevur verði í kølaranum, men bíðitíðin hevur verði tað heila verd. Tí talan er um sera framkoman kølara, sum tryggjar ein støðugan kulda. Harvið kunna vit nú støðugt veita dygdargóðar kølivørur.
Ikki nokk við kølaranum. Ein av fyrstu døgunum verður nýggj snøgg hurð/inngongd sett í handilin, harvið skuldi tað blivi nemmari at koma í og úr handlinum.
Nýggjur kølari, nýggj inngongd og annars góður handil eru til onkis uttan góð starvsfólk.
Tí er tað við serstakligari stórari gleði, at Jóhanna Næs enn einaferð hevur játtað, at taka av avbjóðingini at starvast í Bartalsstovu.
Somuleiðis er tað við stórari gleði at Ruth Albinsdóttir frá 22. Oktober tekur við avbjóðingini at starvast í Bartalsstovu.
Eg kenni meg sannførdan um, at handilin við Jóhannu og Ruth, og teimum broytingum sum eru, og í nærmastu framtíð verða gjørdar, kemur at liva upp til hvat kann væntast og krevjast av einum ???bygdahandli??? sum Bartalsstovna man metast at verða. Mín vilji og innsatsur skal so ikki liggja eftir.
Eftir er bert at vóna, at Sandavágsfólk og onnur við, framhaldandi koma at taka væl í móti handlinum, tí uttan tykkara stuðul, verður tað torført at reka handilin skila gott.
Vinarliga heilsan,
Jóan Petur Joensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald